Arbeiðið er framt innandura í høllini hjá MEST í Havn í tíðarskeiðnum mai til desember í ár. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Bakkafrost og fevnir m.a. um:
- Skift nógv stál yvir og undir dekki
- Sandblásing innan og uttan
- Metalisering uttan
- Málað tríggjar ferðir undir dekki og 4 ferðir omandeks
- Nýggjar motorar
- Nýggjan krana
- Nýtt manningarrúm
- Nýtt maskinrúm til nýggjan hjálpimotor
- Øll hydrauliska skipanin er skift út við nýggja eldrivna og orkusparandi skipan.
##med2##
Arbeiðið er framt innan fyri avtalaða tíðarkarmin, og Bakkafrost fær nú í roynd og veru eina “nýggja” tvíkilju fyri ein góðan prís og við hálvari veitingartíð.
##med3##