Tað ber ikki til at tvinga føroyska alirisan, Bakkafrost, at hava arbeiðspláss í Suðuroy.
Tað er greitt, nú Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur svarað einum spurningi frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni.
Bakkafrost hevur aling í Suðuroy, og í Vági er eisini eitt virki, har tey hava kruvt laksin, sum er tikin í Suðuroy.
Men í heyst vakti tað ans í Suðuroy, at Bakkfrost fór at føra laks úr aliringunum í Suðuroy, norður á virkið á Glyvrum til kryvjingar, og tað fer at kosta arbeiðspláss í hópatali í Suðuroy.
Jacob Vestergaard fýlist á, at samgongan ikki ger nakað við hetta, tí hann sigur, at hetta eru tiltrongd arbeiðspláss, sum natúrliga hoyra heima í Suðuroynni.
Landsstýrismaðurin sigur, at eftir erandi lóggávu ber ikki til at taka atlit til økismenning, tá ið aliloyvi verða latin.
Tað ber heldur ikki til at áleggja alifyritøkum, hvussu tey skulu leggja sítt virksemi til rættis, og sostatt ber heldur ikki til at krevja, at Bakkafrist skal varðveita arbeiðspláss í Suðuroy.
Kortini leggur Poul Michelsen afturat, at spurningurin um at tað skal bera til at krevja, at alivirki taka atlit til økismenning, verður nú tikin til viðgerar í Landsstýrinum. Og tað er í sambandi við arbeiðið at smíða eina nýggja alilóg, at eisini hesin spurningurin verður tikin upp.
Poul Michelsen sigur, at arbeitt verður í løtuni við at gera eina nýggja lóg fyri alivinnuna, tí hon skal vera meira tíðarhóskandi og samstundis skal hon samsvara betur við tann tørv, vinnan hevur.