Tvitin Sjúrður Skaale!

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
-------

Hin altíð fryntligi, skemtiligi og sum oftast skilagóði Sjúrður Skaale var ikki at kenna aftur í útvarpssending nýggjársaftan, har hann saman við Una Næs og Jens Wang viðgjørdi víðagitnu broytingarnar í revsilógini. Tí vil eg her gera nakrar viðmerkingar í teirri vón at kunna rudda nakrar sera grundleggjandi misskiljingar av vegnum.

Svart/hvítt
Fyri Sjúrð er málið um 266b svart/hvítt. Teir politikkarar, sum ikki taka undir við eini versliggering av samfelagnum, eru teokratar ella ynskja eina teokratiska skipan. Í hesum sambandi vísir hann til teokratisku londini í Miðeystri. Tað er mær ófatiligt, at ein maður, sum talar fyri fjølbroytni, tolsemi og virðing, kann hava so snævurskygd, myrk og niðurgerandi sjónarmið um føroyskar politikkarar, bara tí at teir ikki taka undir við umtalaða uppskoti. Í sínum vantandi tolsemi og í síni vanvirðing fyri nøkrum føroyskum politikkarum ákærdi hann teir fyri at telgja sær sjálvum gudar. Somuleiðis ákærdi hann teir fyri at hava sagt ella meint, at um fólk ikki gera, sum teir siga, so kemur teirra gudur eftir fólkinum og revsar tað. Og hann ákærdi hesar politikkarar fyri at taka Guð til gísla, tí teir siga seg umboða Hann. Hetta vóru alt sera hersknir bitar at svølgja á ársins síðsta degi, og kann ikki standa ósvarað.

Teokrati
Hetta fyri føroyingar og norðurlendingar fullkomiliga fremmanda stýrislag er kent frá londum, har prestastýri ráða ella hava rátt so sum Iran og Afghanistan. Í hesum londum galda lógir, sum byggja á religiøsar skriftir, tulkaðar av menniskjum. Hesi stýri kúga fólkið, serliga kvinnurnar, og áseta ræðuligar revsingar fyri smá lógarbrot. Dømi um vanligar revsingar eru at høggja hond, fingrar, tungu, oyra ella aðrar likamslutir av fólki. Almennar revsingar við t.d. ávísum tali av pískasløgum er somuleiðis gerandiskostur. Stýrislagið er ódemokratiskt. Fólkið kemur ikki til orðanna, og prestar og onnur hátthevjað hava allan politiskan myndugleika. Slíka skipan sigur Sjúrður Skaale, at nakrir føroyskir politikkarar vilja hava at galda fyri Føroyar. Var talan um eina skemtisending, kundu nøkur ivaleyst hildið hetta verið undirhaldandi, men sum eg skilti sendingina, so meinti Sjúrður alt í álvara, sum hann segði. Tí fari eg at biðja Sjúrð Skaale um at avdúka, hvørjar føroyskar politikkarar, hann hevði í huganum, tá hann bar hesar øru útsagnir fram. Og so fari eg vinarliga at heita á hann um at greiða føroyingum frá, á hvønn hátt hesir politikkarar hava roynt at skipa Føroyar sum eitt slíkt ræðustýri. Hetta er neyðugt, so vit kunnu varða okkum fyri teimum og arbeiða fyri at fáa teir burtur úr politisku skipanini ongantíð ov skjótt, tí teir eru ein øðilig hóttan fyri allar føroyingar. Sjúrður kann t.d. greiða okkum frá, hvørji uppskot hesir politikkarar hava lagt fram seinnu árini, sum flyta okkum nærri eini teokratiskari skipan.

Fyri mítt viðkomandi vil eg bara siga, at eg taki fulla frástøðu frá einihvørjari teokratiskari skipan. Tann Guð, sum eg trúgvi á, er ikki ein Guð, sum bindur fólk niður við lógum og reglum. Beint øvut hevur hann við syni sínum gjørt upp við slíka skipan og kallað menniskjuna til frælsi, enntá so stórt, at hann biður okkum um ikki at misnýta hetta frælsið til egnan fyrimun. Sjúrður helt hánt um, at onkur hevði endurgivið úr aðru Mósebók. Mær vitandi er tað ikki bannað (enn) at endurgeva úr Bíbliuni, men um Sjúrður heldur, at tað t.d. ikki skal vera loyviligt at endurgeva úr Bíbliuni, so fari eg at heita á hann um at vísa mansmót og siga tað hart og týðiliga, so ongin ivast í hansara boðskapi. Millum ár og dag verða mangar skriftir endurgivnar av Tingsins røðarapalli, og enn er orðið frítt og enn hava vit fult skrivi- og talufrælsi í Føroyum, tíbetur. T.d. er Tórbjørn Jacobsen tiltikin fyri at krydda sínar talur við tí, sum hann hevur lisið í ymsum bókum, og hesum hevur ongin nakað ímóti. Í roynd og veru haldi eg, at Bíblian er ein av teimum fáu bókunum - kanska tann einasta -, sum nøkur fáa beinleiðis fortreð av at hoyra endurgivna. Tó kemur tað dagliga fyri, at hon verður endurgivin, uttan at tingfólk geva sær far um tað. Eitt nú verður ofta talað um tann reyða tráðin, sum er ein mynd, tikin beinleiðis úr Gamla Testamenti. Og stutt fyri jól var tað enntá sjálvur formaður Tjóðveldisfloksins, sum hugleiddi um geitarlambið, sum fólkið leggur sínar syndir á, og sum síðani verður sent út í oyðimørkina við syndabyrðuni. Høgni vísti á, at hetta var ein mynd úr heimsmytologiini, men hann sleppur ikki undan, at myndin eisini er kend úr Bíbliuni, og hevur sostatt gjørt seg sekan í at hava (mis)nýtt Bíbliuna av Tingsins røðarapalli (sambært hugsunarháttinum hjá nøkrum). Nú bíða føroyingar spentir eftir, at onkur sekulariseraður humanistur fer at harta Høgna Hoydal fyri at endurgeva úr Mósebókunum, tí tað kann geva ábendingar um, at hann er teokrat og vil stýra samfelagnum við Bíbliuni í hond. Og tað kann aldri vera gott, at Høgni Hoydal bankar føroyingar í høvdið við Bíbliuni.

Revsandi gud
Sjúrður Skaale hevur meiri enn eina ferð hildið fram, at nakrir politikkarar hótta við, at Guð fer at revsa tjóðina, um vit seta ávísar lógir í gildi. Her er møguliga talan um misskiljingar, men møguliga eisini um kærkomin argument fyri Sjúrð og hansara samverkamenn. Tey seinastu 30 árini havi eg regluliga gingið á møti og havi hoyrt Guðs orð talað túsundir av ferðum av óteljandi av prædikufólkum í ymsum samkomum kring Føroya land og í útlondum. Og við hondini á hjartað má eg staðfesta, at boðskapurin um ein revsandi Guð, sum stendur klárur við dóminum, so skjótt sum onkur syndar, er mær fullkomiliga fremmandur. Hendan boðskapin havi eg bert hoyrt frá fólki, sum ikki vanliga koma til Guðs orð, og sum tí ikki veruliga vita, hvat verður prædikað í samkomuhúsunum, men heldur byggja sínar fordómar á okkurt, sum onkur hevur sagt frá onkrum øðrum, sum hevur sagt okkurt um okkurt, sum hann hevur hoyrt. Frá fyrsta degi havi eg hoyrt undurfulla gleðiboðskapin um ein náðiríkan Guð, sum gav alt, Hann átti, fyri at vinna menniskjuni ævigt lív og ikki ævigan deyða. Tí kenna kirkju- og samkomufólk seg illa aftur í teimum niðurgerandi og háðandi útsagnum, sum Sjúrður Skaale og fleiri við honum í heilum varpa út. Og eg havi bitið merki í, at tær útsagnirnar frá nei-síðuni, sum Sjúrður serliga hevur heft seg við og støðugt dregur fram, ikki eru tær hóvligu og vælgrundaðu, sum tala til fyrimuns fyri okkum á nei-síðuni, men onkrar hissini, sum eru vælegnaðar at seta alt og øll í skammikrók fyri, hvørja ferð høvi býðst. Hóast onkrar einstakar útsagnir kunnu benda á, at onkur heldur, at Guð fer at revsa landið, um vit seta ávísar lógir í gildi, so er helst neyðugt at greiða frá hesum við eini einfaldari mynd, tí mær tykir, at fólk tala ikki altíð sama mál, tá um andalig viðurskifti umræður. Latið okkum taka fram myndina um pápan, sum leiðir son sín á gongubreytini. Hann sigur við sonin, at hann ikki skal fara út á vegin, tí har koyra bilarnir, og har kann hann verða árendur. Pápin vil syni sínum alt tað besta og gevur honum góð ráð um, hvussu hann sleppur undan vanlukkuni. Men um sonurin hóast hetta er treiskur, rívur seg úr hond pápans og fer út á vegin, kann vanlukkan henda. Og hendir vanlukkan, er tað ikki pápin, sum revsar sonin. Ei heldur er tað pápans vilji, at sonurin skal verða árendur. Men í teirri løtu, sonurin ikki fylgir góðu ráðum pápans og rívur set leysan úr pápans tryggu hondum, setir hann seg sjálvan í vanda. So einfalt kann málið um versliggering av samfelagnum setast upp. Tá vit sum tjóð vraka teirri vegleiðing, sum Skaparin sjálvur hevur givið menniskjuni at liva eftir, er vandi fyri, at vit flyta okkum burtur úr Hansara vernd. Sjúrður Skaale má hava virðing fyri, at soleiðis eru tað mangir føroyingar, sum hugsa. Sjúrður fer alt ov lætt um málið, um hann bara sær hetta sum politiskan glantrileik, sum nakrir politikkarar vilja misnýta til egnan fyrimun.

Sekularisering
Orðið er í míni verð negativt. Tað snýr seg um at gera statin "neutralan", og taka allar lógir av, sum á ein ella annan hátt kunnu sigast at hava sítt støði í átrúnaði. Men hvat er neutralt? Um tveir persónar sova í sama rúmi, og annar vil hava ljósið tendrað, meðan hin vil hava tað sløkt, hvør er so meiri neutralur? Hvør hevur betur rætt at avgera, um rúmið skal vera myrkt ella ljóst? Nøkur samfelagsviðurskifti hava bara tvær síður, og aðrir møguleikar finnast ikki. Antin hava vit lóg um skrásett parlag ella ikki. Hvørgin støða er neutral. Tí er tað ov bíligt av Sjúrði Skaale at lyfta seg sjálvan upp um stríðandi partarnar og taka sær patent upp á at definera neutralitet. Tí tað eru fleiri meiningar um, hvat neutralitetur er og hvussu hugtakið verður allýst. Tað hevur tíverri verið eitt afturvendandi fyribrigdi, at sekularistarnir taka sær einkarrætt upp á eginleikar sum tolsemi, neutralitet, vitan, næstrakærleika og samfelagssinni. Og nú eru teir eisini farnir at kalla seg tey veruligu kristnu, meðan hini, sum ikki dansa eftir teirra floytu, eru tey mest ókristnu - fundamentalistar og teokratar, sum kunnu flokkast saman við Mahmoud Ahmadinejad, Saddam Hussein og fleiri. Sjúrður og fleiri vísa til hini norðurlendsku samfeløgini. Ynskið er, at Føroyar "koma líka langt" í sekulariseringini. Men her steðgar tann logiska avleiðingin. Tí hóast sekularistarnir siga seg vera so sera tolsamar, liberalar, víðskygdar og hvat annað nevnast kann, so vil ongin enn gera seg til talsmann fyri teimum sjálvsøgdu avleiðingum, sum slík sekularisering í veruleikanum snýr seg um: skrásett parlag, frí fosturtøka, frí rúsdrekkasøla, frítt porno o.s.fr. Løgið, at ongin av hesum frísinnaðu hevur mansmót at siga hart og týðiliga, at slík rættindi eru náttúrligar avleiðingar av at taka allan átrúnað burtur úr politikki. Og so skal fólkaskúlin ikki longur byggja á kristna mentan og siðalæru, tí tað er als ikki "neutralt". Góði Sjúrður, eg ivist í, um tú veruliga tekur undir við at sekularisera samfelagið.

Kristna lívssýnið
Við vilja hava somu ósannindi verið bukað í høvdið á føroyingum nú eftirhondini í fleiri ár; at nakrir politikkarar vilja stýra føroyska samfelagnum eftir bíbilskum lógum. Hetta eru so tápulig uppáhald, at ongin hirðir at svara. Men sum tíðin er liðin, tykist sum nøkur eru farin at trúgva hesum afturvendandi lygnunum. Veruleikin er, at eg og fleiri við mær síggja kristna lívs- og menniskjasýnið sum eina politiska hugsjón, sum lógirnar í samfelagnum trygt kunnu hvíla á. Kristna lívs- og menniskjasýnið er ikki Bíblian, men tað er at finna í Bíbliuni. Halgabók er so sera nógv meiri enn kristna læran, tí øll tann jødiska læran er eisini ein partur av Bíbliuni. Tí eiga øll, sum ikki vita tað, at gera sær greitt, at kristin fólk ikki liva eftir jødiskari lóg, men sambært gleðiboðskapinum. Hinvegin er Gamla Testamenti Guðs orð og eigur at lesast av øllum sum Guðs orð. Hetta er alt teologi og hevur onki við politikk at gera, men tá Sjúrður Skaale og mong við honum í heilum vevja Gamla Testamenti, Bíbliuna, Guðs orð, Halgubók og kristindóm í ein peruvelling, er neyðugt at lýsa hesa einføldu søk fyri teimum, sum mugu vera ørkymlað. Eg kenni ongan politikkara, sum vil seta jødiska lóg í gildi í Føroyum, og tí er tað heilt burturvið at seta slíkar skuldsetingar fram. Og tá onkur sigur, at nøkur vilja gera Bíbliuna til lóg í Føroyum, so mugu tað vera fólk, sum ikki kenna hesa bók, ið føra slíkt fram. Tí Bíblian er ikki ein lógbók. Hvussu kunnu t.d. Dávids Sálmar gerast til lóg í Føroyum??

Men kristna lívs- og menniskjasýnið er ein væl roynd og gongd leið í politikki. Í flestu framkomnu europeisku londunum hava kristnir demokratar stjórnað í fleiri áratíggjur. Onki hevur verið at frætt um, at Noreg, Vesturtýskland, Italia og onnur hava teokratisk stýri. Men onkursvegna hava sekularistarnir megnað at stemplað nakrar føroyskar politikkarar, sum opið siga seg at taka undir við kristnu lívsáskoðanini, at vilja umskipa Føroyar til eitt nýtt Iran ella Afghanistan. Er hetta virðiligt fyri ein mann sum teg, Sjúrður Skaale? Ella misnýtir tú títt trúvirði fyri at niðurgera hesar politikkarar? Og hvat liggur aftanfyri?

Mín vón er, at tú tekur tínar ósakligur skuldsetingar aftur og vísir okkum, sum á sakligum og demokratiskum grundarlag grundgeva fyri okkara sjónarmiðum, somu virðing, sum tú væntar at fáa frá okkum.

Annars fari eg at ynskja Sjúrða og øllum føroyingum eitt gott nýttár.