Í meiri enn 400 ár hava gitingar verið um, hvørjum tann danski vísindamaðurin Tycho Brahe doyði av, og nú er ætlanin at gera eina roynd at loysa gátuna. Tycho Brahe er jarðaður í Tyn-kirkjuni í kekkiska høvuðsstaðnum Prag, og myndugleikarnir har hava nú givið kekkiskum og donskum serfrøðingum loyvi til at kanna leivdirnar av honum. Serfrøðingarnir vóna, at teirra kanningar kunnu svara spurningunum, um Tycho Brahe doyði av kyksilvureitran, ella um hann bleiv myrdur, skrivar Politiken. Tycho Brahe doyði í 1601.