Vit skulu til samráðingarborðið við donsku stjórnina um bankamálið. Eisini skulu vit tosa við donsku stjórnina við tí fyri eyga, at fáa eina nøktandi avtalu um afturgjalding av skuldini, sum landskassin hevur hjá danska ríkiskassanum.
Í spurninginum um undirgrundarmarkið skulu vit til samráðingarborðið við bretsku stjórnina. At fara til dómstólin í Haag við málinum er ikki tann besta loysnin. Tað er rættari at vit seta okkum við samráðingarborðið og tosa okkum til rættis við stóra grannan fyri sunnan.
Men uttan mun til, um vit fara til danska samráðingarborðið ella bretska samráðingarborðið, so sita javnaðarstjórnir hinu megin borðið. Hinu megin danska samráðingarborðið situr danska javnaðarstjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen. Hinu megin bretska samráðingarborðið situr bretska javnaðarstjórnin hjá Tony Blair.
Tað hevur stóran týdning, hvør myndar og mannar føroyska landsstýrið, ið skal sita okkara megin samráðingarborðið, undir hesum sera týdningarmiklu samráðingum. Um tað verður eitt landsstýri undir leiðslu av javnaðarflokkinum, sum fer til samráðingarborðið, so kunnu vit av røttum siga, at vit føroyingar spæla á heimavølli, uttan mun til um samráðingarnar verða í Føroyum, Keypmannahavn ella London.
Tað er rættari at senda javnaðarfólk at tosa við javnaðarfólk enn at senda borgarligar at tosa við ávikavist donsku og bretsku javnaðarstjórnina. Tí er ein atkvøða fyri javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum 30. apríl tað sama sum ein atkvøða fyri, at vit fáa góð úrslit fyri Føroyar í samráðingunum við danir og bretar.
Tí eiga føroyingar at fara mannsterkir á val og sláa manngarð um føroyska javnaðarflokkin. Hann kann tosa við hinar javnaðarflokkarnar. Bæði tann danska og tann bretska. Gott val!
Vilhelm Johannesen