Tyrla við átta fólkum funnin á havsins botni

Norska bjargingartænastan og eitt kanningarskip hava funnið eina saknaða russiska tyrlu. Hildið verður, at øll umborð eru deyð

Ein russisk tyrla við átta fólkum umborð er funnin á 209 metra dýpi uttan fyri Svalbard, upplýsir norska bjargingartænastan.

 

Tyrlan er av slagnum Mi-8 og hvarv hósdagin undir innflúgving til Barentsburg.

 

Umborð á tyrluni vóru átta russarar – manningin taldi fimm og trý ferðafólk.

 

Øll verða hildin at vera deyð.

 

– Vrakið av saknaðu russisku tryluni er eftir øllum at døma lokaliserað á 209 metra dýpi, sigur bjargingartænastan.

 

Tað er ein sonar á einum kanningarskipið, sum hevur funnið tyrluna. Skipið varð fríggjadagin beint á aðra leið fyri at taka lut í leitingini eftir tyrluni og teimum, sum vóru umborð.

 

/ritzau/NTB