– Vit mugu hava álit á transatlantiska samstarvinum. Um vit vilja tað ella ei, so tørvar okkum framvegis USA í framtíðini.
Tað sigur týski kanslarin, Friedrich Merz, í dag. Útsøgnin kemur dagin eftir, at hann hitti amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hvítu Húsunum.
Undan valinum í Týsklandi í februar lovaði Friedrich Merz annars, at Evropa skuldi gera seg óheft av USA so skjótt sum gjørligt.
Á fundinum við amerikanska forsetan legði týski kanslarin dent á, at Týskland og USA áttu at staðið saman um felags avbjóðigar.
- Eg hava ongan iva um, at USA fer at halda sínar skyldur mótvegis Nato, sigur Friedrich Merz.
Teir báðir ríkisleiðararnir tosaðu eisini um russisku krígsførsluna í Ukraina.
Her segði Donald Trump sambært útlendskum miðlum, at tað kanska er eitt hugskot at lata londini "kríggjast eina stund aftrat", sum hann tók til.