Týskland letur Patriot-loftverjuskipan til Ukraina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, takkar týska kanslaranum, Olaf Scholz, fyri veitingina.

Týska stjórnin fer nú at lata enn eina Patriot-loftverjuskipan til Ukraina.

 

Tað upplýsir týska verjumálaráðið í dag. Loftverjuskipanin verður latin beinanvegin.

 

Týskland hevur áður latið Patriot-verjuskipanir til Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, takkar týska kanslaranum, Olaf Scholz, fyri veitingina.

 

Forsetin sigur, at skipanin kemur í einari truplari tíð hjá Ukraina.