U-19 dreingirnir taptu 2-0

Annar dysturin hjá U-19 landsliðnum endaði við einum 2-0 ósigri móti Kekkia

U-19 landsliðið hjá monnum hevur í dag spælt sín næsta dyst í EM undankappingini, sum í hesum døgum verður leikt í Norður Írlandi.

 

Annar dysturin hjá føroysku dreingjunum var móti Kekkia, og tað vóru favorittarnir úr Kekkia, ið fóru avstað við sigrinum í dag. Dysturin endaði 2-0 til Kekkia, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Seinasti dysturin hjá U-19 landsliðnum verður leiktur týsdagin. Tá spæla Føroyar móti vertunum úr Norður Írlandi, ið somuleiðis hava tapt báðar sínar dystir.

 

Teir ið mannaðu tað føroyska liðið í dag vóru:

 

Elias Rasmussen – Dánjal Godtfred, John Danielsen Guðjónsson, Jákup F. Hansen, Hilmar Leon Jakobsen – Benjamin Heinesen, Hákun Edmundsson (Bartal Wardum, 64.), Betuel Hansen (John Frederiksen, 75.), Rói Olsen, Jógvan á Lað Jacobsen - Jákup Thomsen (Dan í Soylu, 88.)

 

 

Føroyar - Kekkia 0-2 (0-1)

0-1 Jiri Januska, 16.

0-2 Lukas Buchvaldek, 50.