FÓTBÓLTUR
Í morgun fingu vit orðið á annan av nýggju venjarunum hjá føroysku U-21 landsliðnum, Bill McLeod Jacobsen. Hann var staddur í París, har hann saman við øðrum venjarum hjá FSF júst stóð og hugdi at venjingum hjá venjarum í Fraklandi, sum eru í gongd við at taka A-venjaraútbúgvingina hjá UEFA. Føroyska venjararnir koma til Fraklands í gjár, og teir koma heimaftur fríggjadagin.
Venjingarnar byrja skjótt
Bill McLeod Jacobsen sigur, at teir báðir ætla sær í gongd við venjingarnar skjótast gjørligt.
- Síðst í hesum mánaðinum fara vit at kalla leikararnir inn til venjingar, har vit fyrst og fremst fara at kanna teirra fysiska støði. Hetta er sum ein liður í ætlanini hjá A-landsliðnum, har teir eisini kanna fysiska førleikan hjá leikarunum.
Eftir venjingarnar síðst í mánaðinum er í roynd og veru klárt hjá leikarunum at brynja seg til kappingina fyri U-21 lið. Tí lutakast til EM-undankappingarbólkarnar fyri U-21 lið verður longu á skránni í Stockholm tann 13. februar, so enn er ikki greitt, hvørjum liðum vit møta, men landsliðsvenjarin sigur seg vóna, at Føroyar ikki koma at møta ov nógvum eysturevropeiskum londum.
- Vit vilja helst sleppa undan teimum eysturevropeisku londunum. Langt er at ferðast, og hesi londini eru ofta sera sterk. Hinvegin hevði verið ótrúliga stuttligt at møtt onkrum av norðanlondunum, og so vóna vit at møta onkrum av heilt sterku londunum eisini.
Byggja víðari á yngru landsliðini
Bill sigur eisini, at endamálið við U-21 landsliðini er at byggja víðari á yngru landsliðini.
- Munurin hevur verið ov stórur hjá leikarunum at fara beinleiðis frá U-19 og uppá A-landsliðið. Tí meti eg tað vera sera gott, at vit nú hava fingið eitt U-21 landslið. Nú kunnu vit byggja víðari á yngru landsliðini, og ungu leikararnir fáa heldur meir hár á bringuna, áðrenn teir vera blakaðir í eldin á A-landsliðnum.
Bill sigur eisini, at hann og Heðin eru sera spentir uppá júst hetta landsliðið, tí at leikararnir í hesum árganginum hava fingið sera góð úrslit, ta´teir leiktu við yngru landsliðunum.
- Tað verður spennandi, at U-21 landsliðið verður skotið í gongd við júst hesum árganginum. Leikararnir í hesum árganginum hava fingið sera góð úrslit fyri okkurt av yngru landsliðunum fyrr, so nú verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá okkum. Vit skulu í øllum førum royna at spæla okkara spæl, og fyri okkum er tað sera nærliggjandi at fáa liðið at skjóta mál.
Bill leggur afturat, at teir ætla eisini at leggja stóran dent á umstillingsspælið, soleiðis at leikararnir skjótt kunnu venda verju til álop og øvugt.
At enda sigur klaksvíkingurin, at teir eru sera spentir til uppgávurnar, sum nú liggja fyri framman. Hann ásannar, at mótstøðan helst verður væl harðari, enn leikararnir hava roynt áður, men hetta skal ikki steðga teimum. Teir ætla sær at fáa so góð úrslit, sum yvirhøvur møguligt, og so er endamálið eisini at gera leikararnar búnar til A-landsliðið.