U15: Vunnu 4-3 á Liktinstein

Heini Sørensen, Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu føroysku málini

U15-landsliðið við dreingum vann 4-3 í dag móti Liktinstein í venjingardysti. Heini Sørensen, Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu føroysku málini, skrivar fsf.fo.

 

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum er í hesum døgum í Liktinstein, har tveir venjingardystir eru á skránni. Fyrri dysturin varð spældur hósdagin, og úrslitið gjørdist 4-3 til Føroyar. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 3-3.

 

Heini Sørensen skoraði tvey mál, meðan Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu hvør sítt. Seinni venjingardysturin móti Liktinstein verður spældur leygardagin.