Jógvan Martin Olsen, sum er venjari hjá føroyska U16-landsliðnum, hevur úttikið 28 spælarar í ein bruttohóp, sum skal á venjingarlegu á Svangaskarði í dag og í morgin.
U16-landsliðið luttekur í bæði NM- og EM-kapping seinni í ár og skal spæla tilsamans seks dystir í august og september.
Úttiknu spælararnir koma úr øllum landinum. B36, KÍ og NSÍ eru best umboðað í bruttohópinum við fýra spælarum. HB hevur tríggjar, Skála, Royn og TB hava tveir, og B68, VB, Sumba, GÍ, SÍF, MB og B71 hava ein í part.
Teir 28 ungu menninir eru: Brynjolvur Nielsen, Høgni Højgaard, Bergur Djurhuus og Fróði Jóanesarson úr NSÍ, Kristian Poulsen úr B68, Arnold Berg og Sveinur Justinussen úr Skála, Gisli Dánjalsson og Bjarni á Hólalagi úr Royn, Olivur Abrahamsen úr VB, Hallur Dam Joensen úr Sumba, Kartin Abrahamsen úr GÍ, Karstin Joensen, Hjalgrím Elttør, Jóannes L. Jacobsen og Rógvi Laksáfoss úr KÍ, Jón Rói Jacobsen, Vagnur M. Mortensen og Teitur Ellingsgaard úr HB, Elfinn Ørvarodd úr SÍF, Jack Johansen úr MB, Helgi Justinussen, Bárður Johannesen, Niels Joensen og Pól Næs Joensen úr B36, Símun Hansen úr B71, og Jónas Johannesen og Hallur Christiansen úr TB.
U16-liði skal luttaka í NM-kappingini, har tað skal spæla móti Svøríki, Onglandi og Finnlandi. Teir dystirnir verða fyrst í august, og í september er tað so EM-kappingin, har Føroyar skulu spæla móti Finnlandi, Noreg og Wales.