Tað er ikki at dylja, at føroyska U17-landsliðið hevur havt tað torført í tveimum teimum fyrstu dystunum í menningarkappingini niðri í Gibraltar.
Fyrsta dystin taptu Føroyar 0-5 (0-4) fyri Litava, og annan dystin taptu Føroyar 0-6 (0-3) fyri Íslandi.
Men í dag reisti liðið seg við einum 4-0 stórsigri á vertunum úr Gibraltar.
Í steðginum var støðan 1-0 til Føroyar. Jónas Gaard skoraði málið.
Í seinna hálvleiki Dánial Mørkøre fyrst til 2-0, og seinni økti Dávid Reynheim til bæði 3-0 og 4-0.
Litava vann 4-1 á Íslandi í bólkafinaluni, og vann sostatt bólkin við fullum stigatali, níggju stigum. Ísland gjørdist nummar tvey við seks stigum, og Føroyar endaðu næstaftast við trimum stigum. Gibraltar endaði aftast við ongum stigi.
Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar:
##med2##
Kelda: FSF
##med3##