U17 endaði á triðja plássinum

Føroyska U17 landsliðnum endaði á triðja plássinum í Aberdeen International Football Festival. Tað var greitt, tá føroyingarnir vunnu brotsparkskapping ímoti Cove Ranger.

Dysturin endaði 2-2. Føroysku málini skutu Jógvan Nolsøe og Gilli Sørensen.

Ein dystur er ætlandi eftir á ferðini í Skotlandi. Í morgin verður venjingardystur móti afrikanska liðnum Datus á skránni, áðrenn føroyska ferðalagið fer at venda nøsini aftur móti Føroyum.