Føroyska U17-landsliðið við gentum hevur í dag vunnið 33-22 á Finnlandi. Við sigrinum hevur liðið tryggjað sær at sleppa at spæla um 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia.
Føroyska liðið var um reppið at spæla seg víðari til hálvfinalurnar, men javnleikir móti Grikkalandi og Ukreina ger at føroyska liðið akkurát ikki kemur víðari. Við sigrinum á Finnlandi hevur føroyska liðið tó vunnið sær rættin at spæla um 5. plássið. Tann dysturin verður í morgin klokkan 11.
Fyri føroyska liðið bleiv Lea Mortensen Mørk vald til dagsins spælara, meðan Jana Mittún bleiv toppskjútti við sjey málum.