U17: Hitta Ísland í fjórðingsfinaluni

Dysturin byrjar klokkan 10. Dreingirnir spæla klokkan 16.

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum skal klokkan 10 spæla fjórðingsfinalu í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Liðið tryggjaði sær 2. plássið í bólkinum við at vinna 3-1 á Svøríki og 3-1 á Onglandi, meðan tær taptu 3-0 ímóti Finnlandi.

Dysturin í morgun verður ímóti Íslandi, sum gjørdist nr. 3 í sínum bólki.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.

 

Eisini U 17 dreingirnir hava leikt seg víðari, tá teir í gjár gjørdist vinnarar av sínum bólki frammanfyri Svøriki og Ongland – dystir sum báðir vóru vunnir 3-0. Teirra hálvfinala verður klokkan 16.00 og verður ímóti vinnaranum av dystinum Noreg – Ongland.

 

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

 

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

 

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

 

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

 

TB:

Johanna Christiansdóttir

 

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

 

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.