Føroyska U17 kvinnulandsliðið hevur spælt seg í fjórðingsfinaluna á NEVZA U17 kappingini í Onglandi, har kappast verður um norðurevropiska meistaraheitið fyri U17 flogbóltslandslið fyri kvinnur. Tað er enska flogbóltssambandið, Volleyball England, sum fyriskipar U17 kappingina hesuferð.
Í dag klokkan 12 skulu tær spæla fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi.
Fylgjast kann við í dystinum á Facebook, undir Flogbóltssamband Føroya, har dysturin verður »varpaður út«.