U17: Á odda – men taptu fyri Russlandi

Regin í Geil Jacobsen skoraði føroyska málið, sum tó nokk verður noterað sum sjálvmál

U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti hevur í dag tapt 3-1 fyri Russlandi í EM-undankappingini, sum verður spæld í Finnlandi. Regin í Geil Jacobsen legði annars Føroyar á odda.

 

Málið kom longu eftir átta minuttir, men russar svaraðu aftur bara tríggjar minuttir seinni. Tá ein hálvur tími er farin, megnar føroyska liðið ikki at rudda vekk. Russar takka fyri og leggja seg á odda.

 

Føroyska liðið roynir at koma í onkrar góðar støður, men tað endar við at eitt innlegg endar í málinum hjá okkum. Fólk á staðnum siga, at tað er uppiborið at russiska liðið vinnur, men at føroyska liðið kláraði seg eftir umstøðunum væl.

 

Hetta er fyrsti dysturin í hesum EM-undankappingarbólkinum. Hini bæði liðini í bólkinum eru Finnland og Ísland, sum spæla seinni í dag.