Ein einkultur U18 dystur var í kvøld leiktur í endaspælinum um FM-heitið. Dysturin var á Tórsvølli millum B36 og NSÍ, og sermerkt við dystinum var, at hann var stroymdur beinleiðis.
Les eisini: Stroyma oddadyst í U18 deildini
Úrslitið av dystinum var 2-2 javnleikur, eftir at NSÍ annars var á odda 2-0 í hálvleikinum. Teir báðir áleypararnir á NSÍ liðnum, Hans Marius Davidsen og Steffan Løkin skutu málini fyri NSÍ.
Í seinna hálvleiki kom B36 inn í dystin aftur, tá Áki Hentze fyrst minkaði um munin, meðan Gilli Samuelsen eitt korter fyri leiklok, skoraði útjavnandi málið.
2-2 javnleikurin í kvøld var serliga kærkomin fyri HB, ið liggur nummar eitt í U18 deildini. HB liggur tvey stig frammanfyri B36 og NSÍ, ið deila annað og triðja plássið.
B36 – NSÍ 2-2 (0-2)
0-1 Hans Marius Davidsen, 13.
0-2 Steffan Løkin, 32.
1-2 Áki Hentze, 56.
2-2 Gilli Samuelsen, 74.