U18-kvinnurnar fingu dreymabyrjan

Føroyar eru vertir fyri EM-undankapping fyri U18-kvinnulandslið, og megnaðu tær at tilspæla sær eina dreymabyrjan eftir tryggan 3-0-sigur á Írlandi hóskvøldið

Fyri aðru ferð innan stutta tíð skipar Flogbóltssamband Føroya fyri stórari kapping í Føroyum. Í novembur varð norðurlendsk kapping fyri U19-landslið hildin við góðum úrslitum sum avkasti, og nú um dagarnar verður EM-undankapping fyri U18-kvinnulandslið hildin. Hetta fer fram í Høllini á Hálsi, har tvey av teimum fýra liðunum í bólkinum sleppa til EM-endaspælið fyri smátjóðir, sum verður leikt í Kýpros á páskum.

Løgdu støðið
At síggja til vóru føroysku genturnar eitt sindur raktar av nervum fyrstu løtuna, men tær lótu ikki Írland fara longri framvið enn so, at tær – tá ið tær spældu seg heitar – aftur kundi strúka framvið Írlandi og løgdu støðið í dystinum. Móttøkan sat væl og megnaði libero Femja Mortensen at stýra verjuni ógvuliga væl. Írland hevði lítið annað enn stríðsvilja, men var tað eisini við til at skapa langar og góðar bóltar, sum føroysku genturnar tíbetur oftast avgjørdu. Í álopspartinum var tað serliga Bára Silvansdóttir, sum við vinstra armi sínum ferð eftir ferð langaði bóltar í gólvið.
Føroyar hevði eina tepra leiðslu tað mesta av fyrsta settinum, og megnaðu tær eisini at halda høvdið kalt í einum rímiliga tøttum enda. Tær vunnu fyrsta settið 25-21.

Flugu avstað
Føroysku genturnar tóku góðu gongdina úr fyrsta setti við sær í annað sett – og kanska meiri enn tað. Áðrenn vit høvdu vent okkum, var Føroyar á odda 8-1. Írland arbeiddi nøkur stig aftur á talvuna, men tær føroysku vóru støðugar og hildu munin til tær írsku, sum ongantíð vístu serliga gott spæl, men hinvegin stríddust væl og noyddu føroyska liðið at spæla góðar bóltar fyri at vinna sær stigini.

Orkan gekk undan
Frá byrjan av í triðja setti fylgdust liðini væl, men frá støðuni 4-4 kom aftur rættiligt lív í føroysku genturnar, sum vístu stóra spæligleði og avgjørdu bóltarnar í stórum stíli. Ímóti dystarenda var eisini líkt til, at orkan hjá Írlandi var um at ganga undan. Tað var tó einki at siga til, tí tær máttu toyggja hvørja lykkju í kroppinum fyri at bara royna at hanga í teimum føroyskum, sum fekk orðið ”klassamunur” at ringja í høvdunum á okkum áskoðarum. Tær vunnu seinasta settið stórt 25-18 og harvið dystin 3-0.

Endaspælið í eygsjón
Sigurin ber í sær, at vinna tær føroysku bara ein av teimum tveimum dystunum, ið eftir eru at leika, so hava tær tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum fyri smátjóðir, sum verður leikt á Kýpros á páskum.