Føroysku U18-kvinnurnar, sum í fyrradagin vunnu 1-0 á Aserbaijan í eini UEFA-menningarkapping í Estlandi, vunnu aftur í gjár, og hesaferð var talan um ein 3-0 sigur á estisku vertunum.
Milja Reinert Simonsen, ið skoraði sigursmálið ímóti Aserbaijan, skjeyt hesaferð tey bæði fyrstu málini, áðrenn Kára Djurhuus staðfesti sigurin við triðja málinum.
– Vit eru øgiliga fegin um góðu úrslitini og genturnar eru líka glaðar sum heimsmeistarar, sigur landsliðsvenjarin, John Petersen.
Í morgin er seinasti dysturin á skránni, og tá skulu føroysku U18-kvinnurnar spæla ímóti Turkalandi, sum – eins og Føroyar – hevur seks stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar.
Hoyr samrøðu við John Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.