Fríggjadagin skal føroyska U18 landsliðið hjá monnum á vøllin til fyrsta dystin í undan-undankappingini í HM. Dysturin verður móti Kypros og skal spælast í Vestmanna. Trý lið eru í bólkinum ? leygardagin spæla Kypros og Moldova, eisini í Vestmanna, og sunnudagin spæla so Føroyar og Moldova. Tann dysturin verður á Hálsi í Havn.
Venjarar hjá U18 landsliðnum eru Daniel Rapa og Jákup Durhuus. Daniel Rapa sigur, at liðið hjá sær er væl fyri ? so væl fyri, sum eitt føroyskt hondbóltslið kann blíva.
? Eftir føroyskum støði má eg siga, at liðið er væl fyri, sigur rumenski venjarin, sum eisini er venjari hjá 1. mansliðið hjá VÍF.
Daniel Rapa sigur, at tað eru sterk lið, føroysku spælararnir skulu upp ímóti.
? Liðið hjá Kypros kom til landið í gjár, og teir eru sterkir. Og Moldova er nakað tað sama, sigur hann.
Sum dømi um, hvussu sterkt eitt nú Kypros er, tekur venjarin dystin millum Føroyar og Grikkaland í fjør. Grikkar vunnu henda dystin við umleið 20 málum, men tá Kypros herfyri eisini spældi móti Grikkalandi, var bert eitt mál á muni.
Daniel Rapa hevur kortini góðar vónir. Hann sigur, at fremsta málið hjá Føroyum verður ikki at enda aftast av hesum trimum liðunum. Tvey tey bestu liðini sleppa víðari til undankappingina, sum verður í Danmark í døgunum 2.-4. apríl. Sjálvt HM-endaspælið verður í Týsklandi í august mánaði.
? Tað hevur ikki so stóran týdning at vinna bólkin. Gerast vit nummar tvey, eri eg sera væl nøgdur, sigur venjarin, sum eisini vónar, at heimavøllurin fer at geva føroysku spælarunum nakað eyka.
Hann vónar, at nógvir áskoðarar koma til dystirnar, og at fjølmiðlarnir eisini fara at geva sær far um kappingina, tí hetta hevur eisini nógv at siga fyri spælararnar. Sjónvarp Føroya sendir dystin móti Moldova sunnudagin beinleiðis, og Daniel Rapa heldur, at hetta fer at seta spælararnar enn meira upp.
Tað verður altso sunnudagin, men longu í morgin skal føroyska landsliðið spæla fyrra dystin, móti Kypros.
? Tað hevur sera nógv at siga, eisini fyri seinna dystin, hvussu hesin dysturin gongur. Tað týdningarmesta verður at hava eina sterka verju og eitt disciplinerað álop. Og so vóna vit sjálvandi eisini, at málmenninir standa væl, sigur Daniel Rapa og leggur afturat, at hóast kypriotisku spælararnir ikki eru so høgir, so eru teir sterkir, og at føroyska verjuspælið fær nógv at siga.
1. deild væl umboðað
Fleiri 1. deildarspælarar eru í hópinum. Vit kunnu nevna Halgir Dal Olesen og Bárð Brimvík úr H71, Regin Petersen og Bjarna Wardum úr Kyndli, Alexandur Johansen og Marius Joensen úr StÍF, Mortan Hansen úr Tjaldrinum og Finn Mørk úr Neistanum. Daniel Rapa vil ikki siga nakað um, hvørjar spælarar hann setir sítt størsta álit á, men roknast kann við, at spælararnir, sum spæla 1. deildarhondbólt hvørja viku, fáa størstu ábyrgdina.
Venjarin dugir heldur ikki at siga, hvussu nógvir spælarar hann fer at brúka í teimum báðum dystunum.
? Mín meining er, at teir sum geva mest og vísa besta avrikið, spæla mest. Eg dugi ikki at siga, um eg fari at royna at lata allar sleppa at royna seg í dysti. Tað veldst um so nógv, sigur Daniel Rapa.
Hann sigur annars, at tað ikki var so torført at velja teir tjúgu spælararnar til bruttohópin út.
? Tað var ikki so trupult, tí tað eru ikki so nógvir spælarar at velja ímillum sum eitt nú haðani eg eri frá, sigur hann.
U18 landsliðið var herfyri við í eini lítlari kapping saman við 2. deildarliðunum hjá VÍF og Kyndli, og hesa kappingina vann landsliðið. Annars hevur tað verið eitt sindur trupult við venjing, tí spælararnir eisini eru upptiknir av skúla o.ø. og venja og spæla dystir við sínum egnu feløgum.
? Tað mest ynskiliga hevði sjálvandi verið ein venjingarlega, men tað ber so ikki til. Tað hevur eisini verið eitt sindur trupult at finna tíðir, har tað lá fyri hjá øllum at venja, samstundis sum hallirnar eru nógv upptiknar. Men nú skuldu vit verið rímiliga væl fyri til kappingina, sigur venjarin, sum ikki vil tippa nakað úrslit.
? Eg trúgvi uppá, at vit kunnu vinna hesi liðini. Okkara fremsta mál verður at kvalifisera okkum til næsta umfar av kappingini, men tað verður ikki lætt, sigur Daniel Rapa at enda.
Dysturin móti Kypros í Vestmanna fríggjadagin byrjar klokkan 18.30.
Leygardagin klokkan 16.00 spæla Moldova og Kypros í Vestmanna, og dysturin sunnudagin millum Føroyar og Moldova byrjar klokkan 17.00 í høllini á Hálsi í Havn.
Dómararnir vera teir somu til allar tríggjar dystirnar, og eru teir úr Svøríki. EHF-eygleiðarin kemur úr Hollandi.
Føroyski bruttohópurin:
Bárður Brimvík, H71
Hans A. N. Dahl, Kyndil
Hallur Danielsen, Kyndil
Regin Didriksen, VÍF
Alex Durhuus, VÍF
Mortan Hansen, Tjaldur
Svenning Hansen, Neistin
Ørvur Heimbø, Neistin
Erling Heinesen, VÍF
Eyðun D. Højgaard, H71
Hannis Jacobsen, VÍF
Agnar Joensen, VÍF
Marius Joensen, StÍF
Alexandur Johansen, StÍF
Høgni Johansen, VÍF
Finn Mørk, Neistin
Halgir Dal Olesen, H71
Regin M. Petersen, Kyndil
Mads Thastrup, VÍF
Bjarni Wardum, Kyndil
Venjarar:
Daniel Rapa
Jákup Durhuus