Tíðliga í gjáramorgun kom U18-landsliðið hjá monnum til Varna í Bulgaria, har liðið skal luttaka í EM-kapping komandi vikuna. Í dag er fyrsti dysturin á skránni, tá ið bulgarsku vertirnir taka ímóti. Dysturin byrjar klokkan 18.
Leikskráin hjá føroyska landsliðnum komandi vikuna sær soleiðis út:
Mánadagin kl. 18.00 Bulgaria - Føroyar
Týsdagin kl. 17.30 Føroyar - Turkaland
Mikudagin kl. 15.30 Føroyar - Luksemburg
Hósdagin - hvílidagur
Fríggjadagin kl. 15.30 Finnland - Føroyar
Leygardagin - hvílidagur
Sunnudagin - plaseringsdystur
Sum sæst á myndini omanfyri, so vandi føroyska landsliðið í høllini, har kappingin verður hildin, í gjárkvøldi.
Sambært Hondbóltssambandi Føroya síggjast allir teir føroysku dystirnir á hesum leinkinum: http://ehf-m18ch.com/en/
Føroyski hópurin er hesin:
Málverjar:
Hørður Trygvason – Flensburg-Handewitt
Uni Petersen – Kyndil
Útileikarar:
Vilhelm Poulsen – H71
Bartal Klein Olsen – Kyndil
Høgni Paulason Zachariassen – VÍF
Heini Edvardsson – Kyndil
Brandur Halgirsson – Flensburg-Handewitt
Tróndur Wardum – Kyndil
Jóhan í Garðastovu – VÍF
Kaj Johannesen – VÍF
Rani Højgaard – H71
Ólavur av Fløtum Mittún – Kyndil
Niklas Højgaard Hanusarson – H71
Jóni Guttesen Viderø – Kyndil
Jóhan Petur Hentze – Kyndil
Jónsvein Dulavík Joensen – Neistin