U19: Armenia hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

Føroyska U19-landsliðið spælir EM-undankappingardyst móti Armenia klokkan 11.30

Klokkan 11.30 spælir føroyska U19-landsliðið triðja dystin í EM-undankappingini, ið er í Kroatia í hesum døgum. 

 

Mótstøðulið er Armenia. Føroyar hava tapt 0-6 (0-3) fyri Ísrael og 0-2 (0-0) fyri Kroatia. Armenia hevur tapt 1-2 fyri Kroatia og bert 0-1 fyri Ísrael.

 

Armenia er ein lítil favorittur hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 3,70.

 

Miðaloddsini upp á armenskan sigur eru 1,86.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,52.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##