U19 genturnar taptu bronsudystin

U19 flogbóltslandsliðini hjá gentum og dreingjum vóru um vikuskiftið við NM-kapping í Danmark. Genturnar spældu bronsudyst, men taptu. Dreingirnir taptu allar sínar dystir

Nevza Cup varð hildin í Ikast um vikuskiftið, og føroysku U19 landsliðini hjá bæði gentum og dreingjum vóru við í kappingini, sum er NM-kapping.
Tað gekk heldur betur hjá gentunum enn dreingjunum, sum taptu allar sínar dystir. Genturnar vunnu onkrar dystir og komu í hálvfinaluna, sum tær taptu.
Mótstøðan hjá dreingjunum var sera hørð, og tað var lítið at gera ímóti teimum sterkastu liðunum í kappingini. Føroyar spældu tó ein góðan dyst ímóti Ongland og taptu hann tepurt 3-2. Føroyska liðið endaði aftast í kappingini.
Genturnar løgdu fyri við at vinna 3-0 á Íslandi, men taptu so fyri 3-1 fyri Svøríki. Føroyar vunnu eisini á Onglandi dagin eftir, men mátti so lúta fyri Noregi í hálvfinaluni.
Sunnudagin var spældu Føroyar dyst um bronsuna ímóti Danmark, og hóast føroyska liðið vann fyrsta settið, endaði dysturin við 3-1 tapi.
Føroyar endaðu sostatt nummar fýra í kappingini frammanfyri bæði Ongland og Ísland.