Aftaná at hava verið nógv undirtippaða liðið hjá altjóða veddingarfyritøkunum í dystunum móti Svøríki og Týsklandi fær føroyska U19-manslandsliðið aftur leiklutin sum greiður favorittur móti Saudiarabia í seinasta dystinum í millumbólki 4 í HM-endaspælinum í Kroatia.
Bæði Føroyar, Saudiarabia, Týskland og Iran hava øll fýra stig undan seinasta umfarinum í morgin. Saudiarabia og Føroyar spæla klokkan 16 og Týskland og Iran spæla klokkan 18.
Hóast Føroyar taptu fyri Iran, og hóast Saudiarabia vann á Iran í dag, so eru Føroyar merkiliga stórur favorittur hjá 12 altjóða veddingarfyritøkum.
Oddsini upp á saudiskan sigur liggja millum 10,00 og 13,50, ið er ræðuliga høgt, tá ein hevur 29-26 (10-14) sigurin hjá Saudiarabia á Iran í huga.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 1,02 og 1,08, ið eru merkiliga lág.
Oddsini upp á javnleik, ið Føroyar kunnu brúka tí vit hava betur málúrtøku enn Saudiarabia liggja millum 15,00 og 20,00.
HER eru margháttliga oddsini hjá veddingarfyritøkunum:
##med2##