U19 HM: Føroyar hava eina lítla favorittstøðu ímóti Egyptalandi

Her eru oddsini hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum upp á U19 HM-fjórðingsfinaluna millum Føroyar og Egyptaland

Mynd: IHF

Klokkan 12 í morgin spælir føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti fjórðingsfinalu móti Egyptalandi í HM-endaspælinum, ið er í Kroatia í hesum døgum.

 

Hesaferð stroymir KVF dystin. 

 

Tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst. Tó hava Føroyar eina lítla favorittstøðu hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á ein sigur til Føroyar liggja millum 1,62 og 1,72.

 

Oddsini upp á ein sigur til Egyptaland liggja millum 2,45 og 2,80, so talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: IHF