U19 HM: Føroyar vunnu 53-21 á Burundi

Føroyska U19 manslandsliðið í hondbólti kom væl frá landi í HM-endaspælinum

Mynd: Andrei Antal

Føroyska U19-manslandsliðið vann stórsigur í tí fyrsta dystinum í innleiðandi bólkaspælinum.

 

Føroyar vunnu heili 53-21 á Burundi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 30-8. Í seinna hálvleiki beyðst høvið at geva fleiri leikarum leiktíð á vøllinum.

 

Føroyar skoraðu upp á 65 prosent av málmøguleikunum, og okkara málverjar, Sasha Lacok og Leivur Joensen bjargaðu 46 prosent av málroyndunum.

 

Fyrr í dag megnaði Iran ein óvæntaðan 26-26 javnleik móti Svøríki í okkara bólki. So vit fáa ein torføran dyst móti Iran í annaðkvøld klokkan 18.

 

Málskjúttar: Óli Mittún 11/12, Óla Jákup Gaard Olsen 9/11, Tróndur Johnsson 7/11, Jákup Egholm 5/7, Niklas Gaard 4/6, Høgni Højsted 3/4, Trúgvi Hávardsson 3/5, Búi Poulsen 3/5, Ísak Vedelsbøl 2/4, Sofus í Selvindi Nattestad 2/5, Rói Hjaltason Seyer 2/6, Rókur Ziskason 1/3, Tóki Fríðriksson 1/3. 

 

Mynd: Andrei Antal