Tað er javnleikur 13-13 millum føroyska og egyptiska U19-landsliðini í HM-fjórðingsfinaluni í Kroatia.
Egyptar verja hart og væl, og hava fingið fýra útvísingar í fyrra hálvleiki.
Egyptaland var á odda 11-8, men við einum góðum endaspurti eydnaðist tað Føroyum at koma upp á javnleik.
Málið til 13-13 var dagsins perla. Búi Poulsen setti eitt fríkast framvið egyptisku verjuni og málverjanum og í netið. Heilt einastandandi vakurt.
Føroyar hava skorað upp á 62 prosent av málmøguleikunum.
Sasha Lacok hevur eitt bjargingarprosent upp á 32 prosent.
Málskjúttar: Óli Mittún 6/9, Ísak Vedelsbøl 3/3, Búi Poulsen 2/2, Niklas Gaard 1/1, Rókur Ziskason 1/2.