Aftur í dag tapti føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti við minsta marginalinum í HM-endaspælinum í Kroatia.
Ígjár vóru okkara menn eitt sekund frá at vinna á Egyptalandi, og harvið vinna seg í hálvfinaluna móti Danmark.
Í dag taptu Føroyar aftur við minsta marginali, 40-41 fyri Portugal í Play Off dystinum um at sleppa at spæla um fimta plássið aftaná brotskastskapping.
Liðini skutu sjey brotskøst hvør. Aftaná fimm brotskøst høvdu liðini brent tvey brotskøst hvør.
Sasha Lacok bjargaði tveimum brotskøstum, men Føroyar brendu tíverri trý brotskøst, og so kundu portugisar stórfegnast um sigurin.
Minstu marginalarnir hava tíverri ikki verið við føroyska U19-manslandsliðnum, bæði í dag og ígjár.
Í vanligu leiktíðini fingu okkara menn 13 brotskøst, men megnaðu bara at skora upp á átta av teimum, so brotskøstini vóru okkum dýr í dag.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 35-35. Føroyar vóru á odda 19-17 í steðginum.
Farið var beint til brotskastskappingina. Eingin longd leiktíð var í dag.
Føroyar skoraðu upp á 67 prosent av málmøguleikunum, og føroysku málverjarnir, Sasha Lacok og Leivur Joensen høvdu eitt bjargingarprosent upp á 23 prosent.
Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún vóru sera eyðsýndir í dag, og skoraðu 12 mál hvør.
Málskjúttar: Ísak Vedelsbø 12/13, Óli Mittún 12/18, Búi Poulsen 4/7, Rói Hjaltason Seyer 3/4, Trúgvi Hávardsson 3/6, Óla Jákup Gaard Olsen 2/2, Niklas Gaard 2/4, Rókur Ziskason 1/1, Jákup Egholm 1/2.
Sunnudagin klokkan 11.30 skulu Føroyar spæla um sjeynda plássið móti taparanum av dystinum millum Týskland og Noreg.
U21-landsliðið megnaði eitt sjeynda pláss í HM-endaspælinum fyrr í summar, og nú skal U19-landsliðið royna at gera teimum kunstin eftir.