U19 kvinnurnar megnaðu javnleik móti Turkalandi

Føroyska U19 kvinnulandsliðið knógvaði eitt stig móti turkisku vertunum

Mynd: FSF

Føroyska U19 kvinnulandsliðið er í hesum døgum í Turkalandi fyri at taka lut í einari undankapping, har Turkaland og Armenia eru mótstøðuliðini,

 

Tað eydnaðist í dag føroyska liðnum at fáa javnleik móti turkisku vertunum.

 

Turkaland legði seg á odda í 28. minutti, men beint undan steðginum javnaði Anna Brændstrup til 1-1. Uppleggið til málið átti Astrid Poula Mittfoss. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Anna Brændstrup hevur sáttmála við HB Køge, ið hevur lið í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Leygardagin klokkan 14 spæla Føroyar móti Armenia. Turkaland og Armenia møtast komandi týsdag klokkan 14.

 


 

 

 

 

Mynd: FSF