TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Eyðun Klakstein, U19 landsliðsvenjara í upptaktssendingini hjá Rás2 seinnapartin.
Føroyska U19 landsliðið er til EM undankapping í Montenegro, har tað higartil hevur talan um ein frágera góðan 2-1 sigur á vertstjóðini, og eitt 0-5 tap ímóti einum sterkum, kroatiskum liði. Samstundis hevur Kýpros tapt 0-4 ímóti Kroatia, og hevur vunnið 1-0 á Montenegro. Føroyska U 19 landsliðið kann tí skriva søgu í morgin klokkan 11, tá teir spæla ímóti Kýpros. Vinnur føroyska liðið, so vinnur føroyska liðið seg víðari til næsta umfarið. Gerst talan um javnleik, so vinnur Kýpros seg víðari. Føroyska liðið kann tó við fýra stigum gerast ein av teimum betri trýarunum, og vinna seg víðari.
Eyðun Klakstein er vónríkur um, at føroyska liðið kann vinna seg víðari. Hann metir dystin ímóti Kýpros verða ein 50/50 dyst.
Støðan (kelda: faroesoccer) :