U19-landsliðið tapti tepurt fyri Aserbadjan

Dánial Mørkøre skoraði málið hjá Føroyum

Mynd: FSF

Føroyska U19-manslandsliðið spældi fyrrapartin annan dystin í kapping, ið fer fram í Slovenia.

 

Mikudagin taptu Føroyar 0-6 (0-3) fyri Póllandi. Í dag gekk munandi frægari móti Aserbadjan.

 

Føroyar taptu 1-2 fyri Aserbadjan. Tá 21 minuttir vóru leiktir spældi Sjúrður Henriksen Dánjal Mørkøre leysan, ið úr 14 metra fjarstøðu sendi bóltin í netið til 1-0 til Føroyar. Fýra minuttir seinni javnaði Aserbadjan. Tá 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki skoraði Aserbadjan sigursmálið.

 

Mánadagin spæla okkara triðja og seinasta dystin, ið verður ímóti Slovenia.

 

Fyrstu 11:

 

12. Tróndur Sjúrðarson (M)

 

2. Silas Bjarnason Joensen

 

3. Dávid P. á Líðarenda

 

5. Jósef Ólavsson Gleðisheygg

 

6. Arnór Brandsson (L)

 

8. Djóni Sivertsen

 

10. Sjúrður Henriksen

 

14. Jens Eiler Samson

 

15. Rasmus Helgason

 

17. Dánial Mørkøre

 

18. Dennis Stefan Anghel Olaru

 

Kelda: FSF

 

Mynd: FSF