Fyrrapartin byrjaði NEVZA U19-meistarakappingin í flogbólti, sum í dag, í morgin og leygardagin er í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Við í kappingini eru Norra, Danmark, Ísland og Føroyar við bæði kvinnu- og manslandsliðum.
Teir báðir fyrstu dystirnir vóru fyrrapartin, tá fyrst U19-kvinnurnar hjá Norra vunnu ein rímiliga greiðan 3-1 sigur á Íslandi. Settúrslitini vóru 25-19, 25-21, 20-25 og 25-17.
Síðani vóru tað menninir hjá Norra og Íslandi, sum spældu, og her gjørdist munurin uppaftur størri á liðunum, tí norsku menninir vunnu ein knúsandi 3-0 sigur, við settúrslitunum 25-12, 25-10 og 25-13.
Júst nú spæla kvinnurnar hjá Danmark og Norra, og klokkan 15.30 eru tað donsku og norsku mansliðini, ið bresta saman. Fyrstu dystirnir hjá føroysku liðunum eru so aftur seinni í dag, tí klokkan 17.30 spæla kvinnurnar ímóti Íslandi og klokkan 20 spæla menninir ímóti Íslandi.