Heilt tíðliga í morgin fer føroyska U19 fótbóltslandsliðið úr Bulgaria. Leiðin gongur umvegis Keypmannahavn aftur til Føroya. Skráin sigur, at ferðalagið verður aftur í Vágum longu stutt eftir døgurða í morgin.
Síðsti dysturin í EM undankappingini varð spældur í dag. Føroyar spældu ímóti Bulgaria, og úrslitið var málleysur javnleikur.
Mótstøðan hevur verið stór, men føroyska liðið hevur staðið seg væl. Tó var javnleikurin í dag fyrsta stigið, sum liðið hevur fingið.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-1 ímóti Turkalandi, og í næsta dystinum vann Danmark 2-0 á Føroyum.