U19 landsliðið er í hesum døgum í Lettlandi, har spælt verður í EM-undankapping. Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Lettlandi og Italia.
Í dag spældu Føroyar fyrsta dystin av trimum, sum verða spældir komandi vikuna. Føroyar spældu ímóti Kroatia, sum var stórfavorittur at vinna dystin.
Føroyar løgdu seg tó á odda í 35. minutti við máli, sum Gilli Sørensen gjørdi. Kroatia javnaði fyri hálvleikssteðgin og fór fram um eftir 65 minuttir.
Átta minuttir fyri leiklok javnaði Hallur Hansson, og 2-2 gjørdist úrslitið av dystinum.
Hetta verður roknað sum eitt framúr gott úrslit hjá U19 landsliðnum.