Føroysku U19-mennirnir taptu greitt fyri Svøríki í dag í Scandinavian Open. Úrslitið var 31-21, eftir 17-10 í hálvleikinum. Scandinavian Open er fyrst og fremst ein fyrireikingarkapping til evropeisku kappingarnar seinni í august og tískil ein kapping, har dystirnir í prinsippinum eru venjingardystir, skrivar Hondbóltssambandið.
Føroysku venjararnir spardu fleiri av profilunum í dag og góvu pláss til nakrar spælarar, sum ikki fingið so nógvar minuttir í beinini í gjár móti Norra. Toppskjúttarnir í gjár, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, sum báðir skutu 10 mál í gjár, vóru ikki á vøllinum.
Føroyska liðið kom skjótt afturum í dystinum og økti sviar leypandi um leiðsluna í leypi av dystinum. Føroyingarnir fingu roynt fleiri leikarar og roynt ymsar uppstillingar og er hetta hugsa sum fyrireiking til avgerandi EM-dystirnar seinni í august. Dagsins spælari var kosin Óli Mittún.
Føroyska liðið møtir Danmark í morgin kl. 09.00.
Dystargongdin:
5 min 2-1
10 min 6-3
15 mi. 8-6
20 min 11-7
25 min 12-8
30 min 17-10
35 min 18-10
40 min 20-12
45 min 23-13
50 min 26-17
55 min 29-19
60 min 31-21
Málskjúttar:
Bjarni í Selvindi 6
Sveinur Olafsson 4
Óli Mittún 3
Pauli Høj 3
Bogi Hansen 2
Victor Nørlyng Gaini 1
Ragnar Karlsson 1
Baldur Gillason 1