Í kvøld klokkan 20 spæla U21-landsliðini hjá Fraklandi og Føroyum EM-undankappingardyst á Stade de Alpes leikvøllinum í Grenoble.
10. oktober vann Frakland 6-0 á Føroyum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið skal leiða dystin millum Frakland og Føroyar. Talan er um 35 ára gamla, Igor Boșca sum fyrst gjørdist altjóða dómari 1. januar í ár.
Igor Boșca hevur dømt fýra U17 undankappingardystir, og ein dyst í undankappingini í Conference League. So tað eru ikki tær nógva altjóða royndirnar talan er um.
FRAKLAND - FØROYAR:
Dómari: Igor Boșca MDA
Hjálpardómari 1: Vlad Lifciu MDA
Hjálpardómari 2: Victor Mardari MDA
Fjórði dómari: Daniel Luca MDA
UEFA dómaraeygleiðari: Kevin Parry WAL
UEFA umboð: Camelia Nicolae ROU











