U21: Føroyavinir kryddaðu góða venjing

U21-landsliðið fyrireikar seg til dystin móti Póllandi og allir mans eru tøkir

U21-landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til landsdystin móti Póllandi, sum verður fríggjakvøldið í Lubin í Póllandi. Í dag hevur liðið vant í Legnica í suðurvestur Póllandi. Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur skrivað nøkur orð um venjingina, sum bleiv kryddað av póllendingum, sum kenna væl til Føroyar.

Eli Hentze skrivar: Kvøldarmyrkrið komið og ferðin til nýggjan dag er byrjað her í Legnica í suðurvestur Póllandi. Sólin vermdi kaldar norðuratlantshavs kroppar fyrrapartin, tá ið venjing var á skrá á frálíkum grasvølli beint við stadium í býnum.

Góða venjingin var eisini kryddað við hugaligari vitjan av pólverjum, ið kenna væl Føroyar. Janusz Pekowski, sum í nakrar mánaðir um miðjan 90 árini, vandi EB/Streym, er og fylgir gongdini hjá U21 landsliðnum. Eisini stinni verjuleikarin, Andrezj Pacek, sum í nógv ár leikti við EB/Streymi, var á vitjan. Andrezj býr í Legnica, men arbeiðir enn í Føroyum. Føroyska tungan er stinn, eiðismálið hoyrast væl. Niðurteljinin til 8´anda og triðseinasta EM-undandystin á hesum sinni er av álvara byrjað.

Dysturin móti Póllandi er fríggjakvøldið 7.september kl. 18.00 (17.00 fø. tíð) á Zaglebia Lubin leikvøllinum í Lubin. Eli Hentze leggur afturat, at ongin skaði er í hópinum. Tí kann U21-landsliðsvenjarin velja millum annað úttiknu spælararnar:

Rói Mørk Hentze, B36

Karstin Hansen, Skála

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Steinbjørn Olsen, KÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)