U21 HM: Føroyar eru nummar sjey í heiminum

Føroyar vunnu seks av átta dystum í U21 HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi

Mynd: IHF

U21-landsliðið hjá Føroyum er sjeynda besta U21-landsliðið í heiminum. Talan er um besta føroys

 

Føroyar vunnu 31-27 á Kroatia í dystinum um sjeynda plássið í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum vóru Føroyar á odda 16-14.

 

Bjarni í Selvindi var valdur at vera dagsins leikari.

 

Føroyska liðið skoraði upp á 63 prosent av málmøguleikunum hjá sær. 

 

Burtursæð frá Óla Mittún vóru tað leikarar, ið hava leikt í Burn Mansdeildini farna kappingarár sum vóru á vøllinum, og teir gjørdu tað framúr. 

 

Aleksandar Lacok vardi føroyska málið størsta partin av dystinum. Pauli Jacobsen vardi málið seinastu løtuna. 

 

Føroyar vunnu seks av átta dystum undir HM-endaspælinum. Vit vunnu á Angola, Japan, Spania, Brasil, Portugal og á Kroatia. Vit taptu við trimum málum móti Serbia og Danmark.

 

Málskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu 5/8, Pauli Høj 4/4, Óli Mittún 4/5, Kristoffur Bjørgvin 4/6, Kristian Jensen 4/6, Bogi Hansen 4/9, Bjarni í Selvindi 3/6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/3, Ovi Lützen 1/1

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið kom inn at taka tvey brotskøst endaði á 55 málum í kappingini, ið er sama tali av málum sum japanski leikarin, Naoki Fujisaka hevur skorað. Teir eru toppskjúttar í kappingini. 

 

Mynd: IHF