U21 HM: Ísland tapti greitt fyri Ungarn í hálvfinaluni

Ísland tapti 30-37 fyri Ungarn og má tí spæla bronsudyst í morgin klokkan 14.30

Mynd: IHF

Tá gekk tíverri ikki hjá íslendska U21 landsliðnum at knógva sterka ungarska liðnum í U21 HM-hálvfinaluni í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Ungarar vunnu sannførandi 37-30 sigur á Íslandi. Í steðginum var Ungarn á odda 19-14. Tá 20 minuttir vóru farnir var Ungarn á odda 14-6, men Ísland fekk bøtt um skaðan seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki. 

 

Eitt skiftið í seinna hálvleiki var Ungarn á odda við 10 málum.

 

Ísland má tí spæla bronsudyst í morgin klokkan 14.30 móti taparanum av hálvfinaluni millum Týskland og Serbia.

 

Ísland: Andri Finnsson 4, Guðmundur Bragi Ástþórsson 4, Símon Michael Guðjónsson 4, Andri Már Rúnarsson 3, Arnór Viðarsson 3, Ísak Gústafsson 3, Jóhannes Berg Andrason 3, Benedikt Gunnar Óskarsson 2/1, Kristófer Máni Jónasson 2, Stefán Orri Arnalds 1, Tryggvi Þórisson 1. 

 

Bjargingar: Adam Thorstensen 2, 14% - Jón Þórarinn Þorsteinsson 2, 13% - Brynjar Vignir Sigurjónsson 1, 9%. 

 

Ungarn: Dániel Sztraka 5, Miklós Karai 5, Máté Ónodi-Jánoskúti 4, Bence Imre 4, Zoran Ilic 4, Tamás Papp 3, Gergö Fazekas 3, Andrej Pergel 3, Péter Lukács 2, Erhard Sisa 2, Zsolt Krakovszki 1, Marcell Csaba Ludmán 1.

 

 

 

 

 

Mynd: IHF