Havnar Bóltfelag hevur í kvøld kunngjørt, at John Frederiksen er nýggjur maður í hópinum. Áleyparin skiftir frá 07 Vestur, har hann skoraði seks mál í 13 dystum
- John Johannensen Frederiksen er 21 ára gamal áleypari, ið hevur traðkað sínar barnaskógvar á Bornholm. John hevur við seks málum í 13 dystum í ár, sligið sítt navn fast millum avgjørdu málskúttarnar í bestu deildini, skrivar heimasíðan.
Evnaríki framherjin spældi sínar fyrstu dystir í Danmark, har hann hevur spælt fyri NB Bornholm og Fredensborg. Hann hevur eisini spælt við U17, U19 og nú eisini verið úttikin til U21 landsliðið.
In.fo skrivaði fyrr í dag, at Sebastian Pingel helst ikki heldur fram í felagnum, men skiftir til KÍ. Hetta kundi verið ein greið ábending um, at væl lýddi danski áleyparin ikki heldur fram í HB.