Týsdagin skal føroyska U21 landsliðið í fótbólti spæla ímóti Týsklandi í EM-undankapping. Dysturin verður spældur í býnum Kassel, sum liggur 160 kilometrar sunnan fyri Hannover.
Týskland er oddalið í bólki 6, og fyrst í september mánaði vann Týskland 3-0 á Føroyum á Tórsvølli. Ta ferðina sást, at Týskland var eitt sera sterkt og væl spælandi lið, og tí er føroyska uppgávan týsdagin av teimum størstu, sum fáast kann í altjóða fótbólti.
Tað ber til hjá áhugaðum at síggja dystin í sjónvarpi, tí sjónvarpsrásin Eurosport vísur dystin beinleiðis. Dysturin byrjar týsdagin kl. 17.30.