Føroyska U21 landsliðið hevði í dag sína fyrstu venjing undan U21 landsdystinum móti Russlandi, sum verður hóskvøldið á Svangaskarði.
Les eisini: Landsliðið úttikið
Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreassen, sum báðir spældu allar 120 minuttirnar í steypafinaluni og skoraðu í brotssparkskappingini, sótu yvir.
Jóannes Bjartalíð hevur trupulleikar við einum rivjabeini, ið ger KÍ málslúkin ivasaman til landsdystin móti Russlandi. Tó tykist vist, at hann spælir 6. septembur á útivølli móti Aserbadjan.
Jákup B. Andreassen er nakað moyrur eftir finaluna, og er eit sindur av yvirbelastningi. Tí var hann eisini uttanfyri og fekk viðgerð, men er tøkur at spæla.
Hákun Edmundsson hevur í kvøld verið við Vendsyssel, sum tapti 4-0 fyri Hobro. Tí var hann heldur ikki at síggja á vøllinum í Gundadali.
Liðið býr á Hotel Føroyum og skal komandi dagarnar venja á Tórsvølli.