Í gjár vann U21-landsliðið í manshondbólti trivaligan sigur ímóti Kolumbia í finaluumfarinum í IHF Trophy-kappingini. Dysturin endaði 32-20.
Í dag spældi U21 aftur. Hesaferð var mótstøðuliðið Usbekistan, og enn einaferð endaði dysturin við føroyskum sigri. Føroyar vunnu 32-22.
Talan var tó um javnari dyst, enn endaliga úrslitið ber boð um. Hálvleiksstøðan var 14-11, og 10 minuttir inni í seinna hálvleiki var støðan 15-15. Í seinnu helvt av seinna hálvleiki vundu føroyingar tó burturúr usbekunum og vunnu at enda heili 32-22.
Málskjúttarnir hjá Føroyum vóru hesir:
Rói Berg Hansen 7
Áki Egilsnes 7
Allan Norðberg 6
Hanus Christophersen 5
Julian Olsen 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Fríði Hammer Weyhe 1
Kjartan Johansen 1