Udsen á blettinum í Danmark

Føroyski landsliðsleikarin Daniel Udsen, sum beyð EB/Streymi og føroyskum fótbólti farvæl eftir kappingarlok í fjør, ger nú vart við seg í donskum fótbólti. Meðan fyrrverandi liðfelagar hansara í EB/Streymi so ruddiliga vórðu settir upp á pláss av HB í venjingardysti um vikuskifti, tá teir taptu 4-1 í Gundadali, sær út til at hepnast betri hjá Udsen í Danmark.

 

Hann hevur gjørt sáttmála við Elite 3000 í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, og hesir vunnu 1-6 á B1903 í gjár. Udsen gjørdi fimta málið í dystinum, tá hann skoraði til 1-4.

 

Elite 3000 liggur nummar níggju í 2. division Øst, eitt stig frammanfyri Vanløse, sum hann áður umboðaði, og Fremad Amager, sum fleiri føroyingar munnu bera kenslu við.