UEFA ákærir Simeone

Atletico Madrid venjarin, Diego Simone, er ákærdur fyri ósportligan uppførsil eftir at verða komin inn á vøllin í Champions League finaluni.

Atletico Madrid venjarin, Diego Simone, er ákærdur fyri ósportligan uppførsil eftir at verða komin inn á vøllin í Champions League finaluni.

 

Les eisini: Tí varð Simeone í øðini

 

Argentinarin var tvær ferðir inni á vølinum tá felag hansarta parti 4-1 móti Real Madrid í Lissabon. 42 ára gamli Simeone var utvístur av hollendska dómaranum, Björn Kuipers.

 

Les eisini: Real Madrid Champions League vinnari

 

Real miðvallarleikarin, Xabi Alonso, sum var leikbannaður, var eisini ákærdur, fyri at renna fram við síðulinjuni í sigursrúni eftir seinasta bríksli.

 

Simeone fór upp móti Varane, sum sparkaði bóltin móti síðulinjuni, har Atletico Madrid leikararnir hildu til eftir fjórða málið hjá Real.

 

Bæði feløg eru ákærd fyri at hava móttikið fimm ávaringar í part. Tey fáa eisini bøtur, tí áskoðararnir tendraðu fýrverk á stadium.