UEFA: Evropiskir dystir verða í Føroyum í summar

Sum In.fo hevur skrivað, so hevur UEFA ætlað at tikið heimavøllin frá føroysku feløgunum

Sum In.fo hevur skrivað, so hevur UEFA ætlað at tikið heimavøllin frá føroysku feløgunum, tí sóttarhaldsreglugerðin í Føroyum er ov strang. Nú hevur UEFA váttað fyri Fótbóltssambandinum, at KÍ, NSÍ og HB fáa heimavøll í summar. Tað skrivar bolt.fo eisini.

 

Fótbóltssambandið hevur verið í samskifti við UEFA, um støðuna seinastu tíðina. Nú er líkt til, at KÍ sleppur at spæla evropiskan fótbólt við Djúpumýru. KÍ skal spæla móti RSF úr Lettlandi. NSÍ skal spæla móti FC Honka úr Finnlandi.

 

HB skal spæla móti taparnum av HJK Helsinki úr Finnlandi og Buducnost úr Montenegro. HB slapp ikki at hýsa undankappingini til undankappingina til Champions League. Tí endaði HB í Albania, har HB tapti móti Inter D´Escaldes úr Andorra. Nú er líkt til, at HB sleppur at spæla í Gundadali.