Belgiska felagði Charleroi koyrir í løtuni eitt sakarmál ímóti FIFA. Orsøkin er, at ein spælari hjá teimum varð skaddur í landsdysti fyri Marokko, og Charleroi heldur seg hava krav til endurgjald fyri tíðina, ið spælarin ikki fekk spælt fyri felagið orsaka av hesum. Ein UEFA-talsmaður stúrir fyri framtíðini hjá landsliðunum, um Charleroi fær viðhald í sínum máli.- Tað verða bert tey stóru londini, sum fara at hava ráð til at hava landslið, sigur William Gillard við BBC.