Har verður víst til heimasíðuna hjá UEFA, sum teir speiskliga leggja undir at sýta fyri at trúgva úrslitinum millum HB og B71.
– Um skribenturin á heimasíðuni hevur noktað fyri at trúgva upplýsingunum úr Føroyum, ella talan bert er um ein lítlan skrivifeil, skulu vit ikki gera okkum klók upp á, men velja tó at trúgva tí seinna. Men hvussu er og ikki stendur, at HB vann dystin 3-0, skrivar heimasíðan hjá B71.
Vit kunnu tó upplýsa, at feilurin er rættaður og at UEFA nú “trýr”, at B71 vann á HB.